140x140

Rundar longdir

Her eru nakrar rundar longdir, sum tað ber til at brúka til samanberingar, tá talan er um aðrar longdir.

100 metrar:

Frá Kongaminni til hornið Jónas Broncks gøta - Hoyvíksvegur (mynd 2). Umleið longdin á einum vanligum fótboltsvølli.

Kort, sum vísir 1 og 10 km frá Kongaminni í Havn.

1 km:

Frá Kongaminni til endan á Molanum (mynd 1 og 2). Somuleiðis er 1 km til byrjanina av Frælsinum við Vesturkirkjuna.

Mynd, sum vísir longdir frá Kongaminni sum eru 10 km, 100 m og 1 km.

10 km:

Frá Kongaminni til vitan á Borðuni (sum sæst úr Havn) í Nólsoy (mynd 1 og 2).

100 km:

Úr Akrabergi til (mynd 3) Svínoyar, Kunoyarbygd, Elduvíkar. Longdin á Føroyum, úr Akrabergi í Enniberg er 112 km.

Kort, sum vísir fjarstøðu sum er 100 km úr Akrabergi

1000 km:

Úr Føroyum í loftlinju til Hanstholm og Oslo.

10.000 km:

Úr Føroyum til Rio de Janeiro. Úr Pólunum til Ekvator. 

20.000 km:

Kring Knøttin í beinan Eystur ella Vestur eftir 60° N

40.000 km:

Úr Føroyum, til Pólarnar og aftur til Føroya.


 

 


 

Aftur

Rundar longdir